07 Vestur - Skála 0-1

Ikki óuppiborið fóru gestirnir til hús aftur við øllum fríggjakvøldið. Við tapinum lótu vit 1. plássið aftur til AB og Skálamenn tættari okkum.

Liðið: Petur Meinhard Magnussen; Ragnar Nattestad, Tehe Aristide, Emil Mikkelsen (Andrias, 53'), Tórstein Mýlingstind; Jovan Radinovic-Panic, Tór-Ingar Akselsen, Brandur Heinason (Sølvi, 64'), Jákup Sveinbjørn Olsen, Ásmund Hansen; Holgar Durhuus (Hørður, 56').
Eyka: Eli Poulsen, Andrias Eriksen, Hørður Johansen, Sølvi Egilson, Bjarni W. Jørgensen.

Vit vóru betra liðið bert onkrar løtur í fyrra hálvleiki. Gestirnir virkaðu tendraðir og spældu við sjálvsálitið.

Teir høvdu mesta spælið og hetta gav eisini úrslit, hóast eitt sindur tilvildarligt. Eftir eitt sindur av um og men framman fyri brotsteigin smekkaði Ólavur Mikkelsen til og á veg móti málinum hann rakti onkran av okkara í ryggin, og Petur Meinhard var prísgivin í málinum. Vit kláraðu ikki at gera nakað við støðuna tað, ið restaði til hálvleiks.

Vit byrjaðu sera væl uppá seinna hálvleik. Tíverri hildu vit bert trýstið í fimm til tíggju minuttir og restina av seinna hálvleiki áttu gestirnir sum hann var.

Lítið annað er siga frá, uttan at Emil mátti á skaðastovuna eftir at hava fingið stórt sár á vørrina. Holgar var eisini skiftur út eftir slakan tíma, av tí at hann ikki enn er komin seg eftir lyskuskaða. Vónandi verður hann 100% eftir steðgin.

Vit spæla nú ikki aftur fyrr enn um ein mánaða, tá vit skulu til Sands tann 1. august.





Komandi dystir

 

Fleiri


Betri Deildin

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
HB 27 40 73
NSÍ 27 39 55
B36 27 25 53
27 23 51
Víkingur 27 2 39
Skála 27 -11 29
TB/FCS/Royn 27 -15 28
EB/Streymur 27 -23 21
07 Vestur 27 -39 18
AB 27 -41 17

Málskjúttar

Sonny Jakobsen 11
Gilli Samuelsen 6
Sølvi Egilsson 3
Ken Fagerberg 3
Kyrylo Silich 2
Høgni E. Nielsen 2
Ndende 1
Charlie Machell 1


Kvinnur

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
07 Vestur a 14 37 35
AB/B71 14 26 30
ÍF/Víkingur 14 14 25
TB/FCS/Royn 14 13 25
AB 14 -12 17
EBS/Skála (-3) 14 -6 10
07 Vestur b 14 -30 8
Giza Hoyvík 14 -42 7


Málskjúttar

Margit M. Kwao 14
Sissal Haraldsen 11
Mona S. Poulsen 9
Julia Niclasen 5
Annika Niclasen 4
Jana Jacobsen 4
Bettieyð Ellingsgaard 3
Henrikka W. Jacobsen 3
Barbara Prior 2
Bjørk Á. Dalsgaard 2
Sesilia Olsen 2
Anna Gaardlykke 1
Kristianna á L. Haraldsen 1
Paula Jensen 1
Sesilia Prior 1