Albert Theis Nielsen til 07 Vestur

Ungi hálvi sørvingurin hevur vant við 07 Vestur í eina tíð, og undirskrivaði sáttmála í vikuni. 21-ára gamli miðvallarin flytir sostatt frá Tårnby til 07 Vestur.

Albert Theis Nielsen, sum hevur røtur í Sørvági, hevur roynt seg í fleiri feløgum á keypmannahavnar-leiðini seinastu árini, har hann hevur fingið nakrar dystir í donsku 2. deild, umframt hjá EB/Streymi. Seinastu tíðina hevur hann so megna at sannført Heðin Askham um, at hann hevur nakað at bjóða okkum.

Albert spælir, sum skilst, helst á offensivu plássunum, á miðjuni, ella í álopinum. Hann fekk eisini ein hálvleik í venjingardystinum móti ÍF í gjár, sum endaði 1-1, eftir at Erling Myklebust javnaði uppá brotsspark.

Vit ynskja Albert vælkomnum í felagið og blíðan byrð! 




Komandi dystir


Betri Deildin, menn
7. mars kl. 15:00 
07 Vestur - B36 0-2
Leikskrá 1/2021

 

Betri, menn


Lið D +/- Stig
1 4 3
HB 1 3 3
B36 1 2 3
Víkingur 1 1 3
EB/Streymur 1 0 1
ÍF 1 0 1
TB 1 -1 0
07 Vestur 1 -2 0
NSÍ 1 -3 0
B68 1 -4 0