Leikskrá

Stigatalva

Lið D +/- Stig
07 Vestur (N) 0 0 0
AB 0 0 0
B68 0 0 0
B71 (N) 0 0 0
EB-Streymur 0 0 0
HB 0 0 0
0 0 0
NSÍ 0 0 0
Skála 0 0 0
Víkingur 0 0 0

Spurningar

Please set active poll

Eldri kanningar

Dreingir: MB/07 Vestur - KÍ 2-0

So møttu okkara dreingir aftur KÍ, ið teir taptu mikukvøldi, men sum "takk fyri seinast" vístu teir hvør dugur er í teimum, hendan dystin vunnu teir 2 - 0. Sera flott!!!!

Teir ið byrjaðu inni í dystinum fyri MB/07-Vestur í dag vóru hesir: Eli, Jógvan Emil, Jens, Sonni Ragnar, Jákup Sveinbjørn, Bárður, Sølvi, Hanus, Jón, Bjarni og Hørður.
Á bonkinum vóru hesir: Dánjal, Ragnar T. Khaliqhey, Jónleivur, Rógvi og Bárður Stórá
Venjarar: Jógvan Páll og Annfinn
Dómaratrio var Jónfinn Olsen, Jack Johansen og Kristoffur Gårdlykke.

KÍ, ið hevur eitt sera væl leikandi dreingjalið, kom vestur í Vágar í dag at møta okkara dreingjaliði. Tað var KÌ ið hevði bóltin meir enn okkara dreingir í fyrra hálvleiki, hóast tað vóru KÌ´arnir ófarligir frammanfyri málinum hjá MB/07-Vestur, hetta var grunda góða verju, og sera gott málmansspæl.

Í seinna hálvleikið var tað MB/07-Vestur, ið legði betur fyri, tá ið uml. 1 tími var leiktur, trekti Sølvi til baklinjuna, legði bóltin sera væl innfyri til Hørð, ið stóð ímillum 3 KÍ verjuleikarar, ið hann fintaði hegnisliga, og setti bóltin trygt í neti, til støðuna 1 - 0.

Síðani gekk javnt á, MB/07-Vestur fekk eitt fríspark í høgru síðu, ið Bárður var settur at skjóta, bólturin kom væl innfyri, og ein verjuleikari hjá KÌ og Bjarni lupu upp, KÌ verjuleikarin heddaði bóltin í ryggin á Bjarna, bólturin stakk yvir til Hørður, ið aftur her var sera kaldur, setti bóltin trygt í neti til støðuna 2 - 0.
Hetta gjørdist eisini endaliga støðan.

Málmaðurin hjá MB/07-Vestur Eli Poulsen, var ein sterkur aftasti skansi í dystinum í dag eins, og hann eisini var tað mikukvøldið.

2 óhepnar støður vóru í dystinum í dag, har 2 KÌ´arar fingu skaða, tann eini, í beini, og hin í bringuna, og mátti á børu berast av vølli, vónandi koma teir skjótt fyri seg aftur. 

Sigast skal at dreingjaliði hjá MB/07-Vestur er nógv ment, tað er ein fragd at síggja teir spæla, takka verði venjarunum.

KOYRIÐ À!!

http://www.faroesoccer.com/

 

Tíðindasavn rssrss

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

Profilar

Navn: Sigtór A. Petersen
Føðingardagur: 06/04-1988
Bústaður: Sørvágur
Hædd/Vekt: 178cm/77kg
Pláss á vølli: Bakkur
Onnur feløg: EB/Streymur - FS Vágar - SÍ

Toppskorðari