Leikskrá

Stigatalva

Lið D +/- Stig
07 Vestur (N) 0 0 0
AB 0 0 0
B68 0 0 0
B71 (N) 0 0 0
EB-Streymur 0 0 0
HB 0 0 0
0 0 0
NSÍ 0 0 0
Skála 0 0 0
Víkingur 0 0 0

Spurningar

Please set active poll

Eldri kanningar

3. aðalfundurin

3. regluligi aðalfundur 07 Vestur, hóskvøldið 25. marts 2010 kl. 19:00, í skúlanum á Giljanesi

 

Fundarskrá smbr. viðtøkum felagsins

  1. Val av fundarstjóra
  2. Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið
  3. Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar
  4. Val av nevndarlimum og tiltakslimum
  5. Val av granskoðara
  6. Innkomin mál
  7. Ymiskt

 

Fundurin varð settur kl. 19:10

 

1. Val av fundarstjóra
Formaðurin mælti til at velja Árna Jacobsen til fundarstjóra og varð hetta einmælt samtykt. Formaðurin gav síðani orðið til Árna., ið takkaði fyri álitið. Formaðurin váttaði at fundurin var lógliga lýstur.

2. Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið
Formansins niðurstøðan varð, at árið hilnaðist væl, sjálvt um flaggskipið flutti úr Vodafone-deildini. Vit kunnu staðfesta at stuðulin til felagið er vaksin - munandi. Felagið arbeiðir eisini sum heild bara betri fyri hvørt ár, 2009 eingin undantøka.

3. Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar
Atli legði roknskapurin fram.

Roknskapurin einmalt viðtikin.

4. Val av nevndarlimum og tiltakslimum

Nevndarlimir 2009:
Eivin Jacobsen, formaður
Albert Ari Thomassen, næstformaður
Atli Gregersen, peningarøkil
Heðin Jørgensen, skrivari
Jóhan F. Á Ørg
Fróði Poulsen
Jim Sonni
Ingi Joensen

Uppstillaðir:
Napoleon Magnussen
Johan Mikkelsen

Tveir stóðu fyri valið, Atli og Ingi. Atli boðið frá, at hann tók ikki við endurvalið. Ingi stillaði heldur ikki uppaftur. Báðir uppstillaðu vóru spurdir og høvdu játtað frammanundan. Onnur uppskot komu ikki.

Napoleon og Johan einmalt valdir í nevndina fyri Atla og Inga

5. Val av granskoðara
Nevndin tilmælir Menta sum grannskoðara.

Uppskotið er einmalt samtykt.

6. Innkomin mál
Einki mál komið inn.

7. Ymiskt
Greitt var frá kommunumálið um vallir í Vága kommunu.

Árni endaði fundin og gav formanninum orðið aftur til eina síðstu viðmerking.

Eivin nýtti síðstu løtuna, við sorgblýðni, at takkað Atla fyri tíðina og orkuna.

http://www.faroesoccer.com/

 

Tíðindasavn rssrss

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

Profilar

Navn: Jógvan Holm
Føðingardagur: 21/12-1985
Bústaður: Kvívík
Hædd/Vekt: 169cm/65kg
Pláss á vølli: Høgri/Vinstri Vongur
Onnur feløg: B36 - FS Vágar

Toppskorðari