f.v.: Ragnar Weihe (sum tók móti heiðrinum fyri abba sín, Magna Thomassen, sum hevði forfall), Steinbjørn Hansen, Jóhan F. Magnussen.

Heiðurslimir

Sambært viðtøkum felagsins frá 6. novembur 2007, kann nevndin útnevna heiðurslimir. Fyrstu ferð hetta varð gjørt, var á 10-ára stovningardegnum, 6. novembur 2017.

Útnevndir vóru Steinbjørn Hansen, Sørvágur, Jóhan F. Magnussen, Miðvágur, og Magni Thomassen, Sørvágur.

Tað varð fyri drúgvan og dyggan stuðul síðan stovnanina og eisini í tilgongdini, sum at enda føddi 07 Vestur, at nevndin hevði avgjørt at teir tríggir skuldu fáa heiðurin av verða útnevndir heiðurslimir. Allir hava eisini verið stuðlar undir fótbóltsarbeiðinum í heimbygdunum langt undan at felagsarbeiði í FS Vágum slóðaði fyri 07 Vestur.

Seinnu árini hava teir serliga víst sín stuðul ígjøgnum vitjanir á Dungasandi og Valloyruni til heimadystir og nærum hvørja ferð til útidystir.