Heine Mortensen skal leika við 07 Vestur

Í seinastu viku skrivaði tvørámaðurin Heine Mortensen sáttmála við 07 Vestur, og 29-ára gamli verjuleikarin verður soleiðis partur av besta liðinum hjá 07 Vestur hetta komandi kappingarárið.

Heine hevur rættiliga leingi verið rundanum besta liðið hjá TB, men lesnaður uttanlanda hevur sjálvandi avmarkað leiktíðina. Tó eru tað blivnir nakað yvir 100 dystir á besta liði, harav 34 í Betri Deildini. Heine, sum verður 30 í februar, spælir mest í verjuni, sum skilst, men eisini nakað á miðjuni, har hann eisini spældi í venjingardystinum á Skála fríggjakvøldið.

Heina verður ynskt vælkomnum í 07 Vestur, har vit vóna at hann, eins og aðrir tvørámenn undan honum, fer at føla seg væl!




Komandi dystir


Betri Deildin, menn
7. mars kl. 15:00 
07 Vestur - B36 0-2
Leikskrá 1/2021

 

Betri, menn


Lið D +/- Stig
1 4 3
HB 1 3 3
B36 1 2 3
Víkingur 1 1 3
EB/Streymur 1 0 1
ÍF 1 0 1
TB 1 -1 0
07 Vestur 1 -2 0
NSÍ 1 -3 0
B68 1 -4 0