Seyðauppboðssøla

Leygardagin 12. oktobur kl. 18:30 skipar 07 Vestur fyri uppboðssølu av seyði á Dungasandi. Lombini verða seld á vanligari uppboðssølu og ein veðrur úr Seyðaskorð verður seldur á mexikanskari uppboðssølu.

Byrjað verður kl. 18:30 har høvið verður at keypa sær ein grillaðan búff við tilhoyri. Eisini fæst okkurt at sløkkja sær tostan við.