Tór-Ingar tekur enn eitt ár

2021 verður 23. árið í vaksnamannafótbólti hjá mest leikandi og skorandi leikaranum hjá 07 Vestur, Tór-Ingar Akselsen, sum júst hevur undirskrivað nýggjan sáttmála og tekur enn eitt tørn sum leikandi hjálparvenjari hjá 07 Vestur.

39-ára gamli sandavágsmaðurin er ein leikandi legenda í felagnum, og, í nýggja leiklutinum sum leikandi hjálparvenjari, fær hann veruliga víst sítt virði sum stuðul hjá ungu leikarunum bæði á og uttanfyri vøllin. 212 dystir og 71 mál fyri 07 Vestur, og í alt 481 dystir og 142 mál í vaksnamannafótbólti, íroknað evropeiskar dystir, er ikki at kimsa at.

Eftir ætlan fer Tór-Ingar eisini undir A-venjaraútbúgving í ár, ein útbúgving sum tekur 1½-2 ár, og leikluturin sum hjálparvenjari gevur eisini grundarlag og royndir til at taka tílíka útbúgving.

Tór-Ingar hevur ovurstóran týðning fyri okkum sum felag, bæði ungdóm, leikarar, fjepparar og onnur, og vit gleðast um, at hann heldur fram sum aktivur leikari og sum venjiar