Jóannis heldur fram

Í vikuni gjørdist greitt at varaliðskipari okkara, Jóannis á Steig, heldur fram í 07 Vestur, eftir at hann setti undirskrift á nýggjan 2-ára sáttmála.

23-ára gamli sandavágsmaðurin spælir í ár sjeynda ár sítt á besta liði okkara, eftir at hann dagin eftir seytjan ára føðingardag sín í 2014 spældi sín fyrsta dyst. Tað var móti TB á útivølli. Nú, 6 ár seinni, hevur hann spælt út við hálvtannaðhundra dystir á besta liði.

Seinastu tíðina hevur ungi verjuleikarin eisini til tíðir havt liðskiparabindi um armin, umframt stóra ábyrgd tá skaðar og karantenur hava gjørt seg galdandi, og venjarin hevur flutt hann inn í maskinrúmið mitt á miðjuni.

Nøkur fá mál eru tað vorðin til, og tað seinasta var sera vakurt og ikki minni umráðandi, tá hann setti eitt fríspark í netið stórt korter fyri leiklok, og harvið skoraði sigursmálið móti KÍ, í 14. umfari 1. august í ár.

Vit gleða okkum til komandi árini saman við Jóannis á Steig!




Komandi dystir


Betri Deildin, menn
28. apr. kl. 19:00
07 Vestur - EB/Streymur
Leikskrá, trýst her


Betri Deildin, kvinnur
5. mei kl.
Víkingur - 07 Vestur

 

Betri, menn


Lið D +/- Stig
6 18 18
HB 6 18 13
NSÍ 6 4 12
Víkingur 6 3 11
B36 6 1 9
ÍF 6 -7 7
07 Vestur 6 -10 6
EB/Streymur 6 -6 5
B68 6 -7 2
TB 6 -14 1


Toppskjúttar


Eiler Fróðason 2
Erling Myklebust 1
Heine Mortensen 1
Jóannis á Steig 1
Martin Petterson 1
Predrag Jeremic 1
Silas Eyðsteinsson 1
Tór-Ingar Akselsen 1
sjálvmál 2


Betri, kvinnur


Lið D +/- Stig
Víkingur 5 13 13
5 6 11
HB 5 6 10
EBS/Skála 5 3 7
B36 5 2 7
NSÍ 5 4 6
07 Vestur 5 -11 3
AB/B71 5 -23 0


Toppskjúttar


Margit Kwao 4
Evelin 1
Kristina Gásdal 1