Kvinnur góða úrtøku

Hjá kvinnum hava bæði liðini spælt, B-liðið (myndin) sunnudagin við 1-0 sigri á Giza Hoyvík, og A-liðið í kvøld, við 2-0 sigri í toppdystinum móti AB/B71 á Sandi.

B-liðið spældi ein sera spennandi dyst móti Giza Hoyvík, sum enn ikki hava nakað stig á kontuni. Okkara kvinnur høvdu leikligu yvirvágina allan dystin. Tó var okkurt vandamikið álop frá Hoyvíksdamunum, men tá var Jana har, sum hon skuldi vera.

Sesilia Olsen skjeyt einsamalla málið miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Málið byrjaði í verjuni: Birna avleveraði til Henrikku, sum spældi 1-2 við Sesiliu. Sesilia skeyt og bólturin sat við fremru stong. Hóast høgt trýst allan dystin, eydnaðist tað ikki okkara kvinnum at økja leiðsluna.

Dysturin hjá A-liðinum bleiv útsettur til í kvøld. Lagt varð upp til veruligt brak í oddinum av 2. deild. Við einum dysti meira, lógu vit 3 stig frammanfyri, og hvørki liðið hevði tapt í ár.

Sum skilst varð eisini talan um sera góðan og væl leiktan dyst, og avrik okkara var eisini tað besta higartil í ár. Tað gav eisini úrslit og vit fóru vestur aftur við fullari úrtøku: 3 stigum, 2 málum og ongum ímóti. Mona Sunnuvudóttir Poulsen skoraði bæði okkara mál.




Komandi dystir

15/6: 

3. deild 07V-Royn 13.00 í Sørvági

1. deild 07V- NSÍ kl. 16.00 í Sørvági

2. deild 07V-FCS kl. 18.00 í Sørvági

Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
KÍ II 4 12 10
Víkingur II 4 9 10
07 Vestur 4 6 10
NSÍ II 4 -3 6
B68 4 -1 5
Skála II 4 0 4
B71 4 -8 4
HB II 4 -2 3
EB/Streymur II 4 -4 1
B36 II 4 -9 1

Málskjúttar

Solomon Kwao 2
Eirikur Ellendersen 1
Heri Kjærbo 1
Hørður Egilsson 1
Ragnar Weihe 1