Mynd: www.jn.fo

Liðskiparin undirskrivað nýggjan sáttmála

Í gjárkvøldið setti Martin Tausen undirskrift sína á nýggjan sáttmála, sum inniber at hart arbeiðandi generalurin tekur enn eitt tørn í 07 Vestur.

30-ára gamli tvørámaðurin spælir í ár sítt fimta kappingarár fyri 07 Vestur, eftir at hann flutti vestur (ella norður, sum hann helst sigur sjálvur) undan kappingarárið 2016. Síðan hevur hann verið í barndómsfelagnum TB eitt hálvt kappingarár, tað var í fjør, men annars spælt her hjá okkum.

Martin spældi nógv á miðjuni frá byrjan eftir at hann flutti vestur, men hevur annars spælt í miðverjuni. Í ár, meðan Høgni hevur verið skaddur og av tí at Eiler brádliga breyt ígjøgnum í miðverjuni, hevur Martin verið aftur at síggja mitt á miðjuni, har leiðaraevnini, stríðsviljin og royndirnar veruliga koma til sín rætt - og liðinum til góðar. 

Hesi fimm árini hevur Martin spælt 105 dystir fyri besta lið okkara og fingið 12 mál, og vit gleða okkum at síggja nógvar dystir afturat - tann fyrsta ímóti Víkingi kl. 14 í dag.






Komandi dystir


Betri Deildin, menn
28. apr. kl. 19:00
07 Vestur - EB/Streymur
Leikskrá, trýst her


Betri Deildin, kvinnur
5. mei kl.
Víkingur - 07 Vestur

 

Betri, menn


Lið D +/- Stig
6 18 18
HB 6 18 13
NSÍ 6 4 12
Víkingur 6 3 11
B36 6 1 9
ÍF 6 -7 7
07 Vestur 6 -10 6
EB/Streymur 6 -6 5
B68 6 -7 2
TB 6 -14 1


Toppskjúttar


Eiler Fróðason 2
Erling Myklebust 1
Heine Mortensen 1
Jóannis á Steig 1
Martin Petterson 1
Predrag Jeremic 1
Silas Eyðsteinsson 1
Tór-Ingar Akselsen 1
sjálvmál 2


Betri, kvinnur


Lið D +/- Stig
Víkingur 5 13 13
5 6 11
HB 5 6 10
EBS/Skála 5 3 7
B36 5 2 7
NSÍ 5 4 6
07 Vestur 5 -11 3
AB/B71 5 -23 0


Toppskjúttar


Margit Kwao 4
Evelin 1
Kristina Gásdal 1