Limagjald 2017

UM GJALDSKIPANINA

07 Vestur er farið at nýta eina nýggja gjaldskipan hjá Elektron, sum fer at lætta munandi um bæði hjá limum okkara og fyrisitingini.

Tá tú trýstir á linkin niðanfyri, skalt tú skriva neyðugu upplýsingarnar inn, so sum navn, føðingardag v.m.
Í samband við gjalding skal upplýsast p-talið hjá tí, sum eigur kontoina, ið peningurin skal flytast av, peningastovnur og kontonummar. P-talið verður als ikki goymt, hvørki hjá Elektron ella 07 Vestur, men verður bara nýtt at sanna kontoeigaran í peningastovninum í samband við flytingina.

Tá aktivir limir melda seg inn, er gjaldingin bara eina ferð, t.v.s. at tað verður ikki trekt automatiskt komandi árini, men gjaldið fer bara av kontoini eina ferð, og tað er í ár.

NÆR VERÐUR GOLDIÐ

Hendan limaskipanin virkar soleiðis, at tá tú teknar teg, so verður gjaldið ikki goldið beinan vegin. Teknar tú teg í seinasta lagi 20. juli 2017, verður gjaldið flutt tann 1. august 2017, teknar tú teg frá 21. juli til 20. august, verður gjaldið flutt 1. september, t.v.s. at gjaldið verður altíð flutt umleið tann 1. í einum mánað.


Gentur U8 - U14 Tilmelda við at trýsta her
Dreingir U8 - U18 Tilmelda við at trýsta her
Menn 1. – 3. lið og Old Boys Tilmelda við at trýsta her




Komandi dystir

EFFO-deildin, 18. Juni kl. 15:00
TB/FCS/Royn - 07 Vestur

2. deild, 5. Juni kl. 15:00
EBS - 07 Vestur

Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur 12 16 26
12 9 26
NSÍ 12 12 21
HB 12 5 17
TB/FCS/Royn 12 2 16
B36 12 +5 14
EB/Streymur 12 -11 11
07 Vestur 12 -13 11
Skála 12 -7 10
ÍF 12 -18 6

Málskjúttar

Ken
3
Holgar
1
Jákup Sveinbjørn
1
Torstein
1