Leikskrá

Stigatalva

Lið D +/- Stig
07 Vestur (N) 0 0 0
AB 0 0 0
B68 0 0 0
B71 (N) 0 0 0
EB-Streymur 0 0 0
HB 0 0 0
0 0 0
NSÍ 0 0 0
Skála 0 0 0
Víkingur 0 0 0

Spurningar

Please set active poll

Eldri kanningar

MB fekk oyrini í maskinuna!

Munurin millum topp og botn kom veruliga til sjóndar, tá ið 2. deild hjá 07 vestur vann ein trivaligan 6-0 sigur ímóti MB í gjár.

Leikarnir hjá 2. deild hjá 07 vestur vistu áðrenn dystin, at skuldi møguleiki vera at vinna sætið í 1. deild komandi ár, so var ein sigur eitt krav ímóti botnproppinum úr Miðvági.

Liðið: Bjarni, Torstein, Wentzel, Ólavur, Kári, Ricardo (Poli, 46. min.), Jón, Brandur, Henning (Bjarni, 60. min.), Óli, Karl Jóhan
Bonkur: Poli, Bjarni, Súni Fríði

1.Hálvleikur

Dysturin byrjaði sum man kundi vænta. MB'ararnir lógu við so siga øllum sínum fólkið í og umkring egnan brotsteig.

Venjarin hevði sett tveir stórar leikarar í álopið, og við tveimum skjótum kanstspælarum var uppskriftin greið: Spælast skuldi breitt, fyri sídani at koma afturum bakkarnar til innlegg.

Hetta eydnaðist væl í byrjanini av dystinum, har miðvingarnir høvdu nok við at verja. MB'ararnir skulu tó hava rós fyri, at stríðast sera væl í allan fyrra hálvleik.

Tá ið 20 minuttir vóru leiktir gav trýstið úrslit. Ein av 07 Vestur miðvallarunum, sendi ein bólt móti málinum har ein MB'ari var so óheppin, at seta krúllin á, so bólturin snýtti málverjan á veg í málið til 1-0.

Tá ið 45 minuttir vóru leiktir fekk 07 Vestur eitt mál eftir bókini. Liðið bygdi eitt álop upp frá egnari verju, har so at siga allir leikararnir rørdu við bóltin. Jón Nielsen, sum var ein brandur á miðjuni, fann Karl Jóhan, sum var komin afturímóti bóltinum, karl Jóhan vendi sær, og lyfti bóltin hegnisliga í "laudrup" stíli bóltin afturum MB verjuna, har Jón Nielsen hevði runnið seg leysan, hann varr ísakaldur og lyfti bóltin í netið, til eina uppiborna 2-0 hálvleikstøðu til 07 vestur.

Òli Hansen veit enn hvar málid stendur.

Seinna hálvleiki helt yvirvágin fram. 07 Vestur tóku Ricardo og Henning út fyri Bjarna og Pola. Serliga Poli spældi ein framúr gódan seinna hálvleik, har hann veruliga vísti hvussu einfalt fótbóltur skal spælast.

Tá ið 54 minuttir vóru leiktir fann Karl Jóhan ein leysan Óla í høgru síðu. Sjálvt um Òli var staddur uttanfyri brotsteigin, skjeyt hann resolutt bóltin í handara síðunet til 3-0.

Tá ið 66 minuttir vóru leiktir, endaði eitt hornaspark og eftirfylgjandi klumpa-spæl í MB brotsteiginum við at verjukempan Wentzel Mouritsen fekk skotið bóltin í netið til 4-0.

Í 81. minutti gjørdist Òli Hansen hegnisliga spældur leysur av makkaranum Karl Jóhan og sendi bóltin trygt í netið til 5-0.

Tá ið 86 minuttir vóru leiktir, var tað aftur teir báðir, Karl Jóhan og Òli, sum vóru uppá spæl, og endin var at Óli trygt útplaserar málverjan hjá MB til 6-0.

Ein dystur sum vísti at munur millum topp og botn veruliga kom til sjóndar sum dysturin leið.

Mikudagin er aftur ein finala tá 2. deild spælir í Sørvági kl. 18 ímóti ÌF. Nú eru bert tríggir dystir eftir at leika og avgerdin liggur nú aftur í okkara hondum, eftir at Fc Hoyvík snávadi á Sevmýru.

Men kravið er, at írestandi dystirnir skulu vinnast!

 

 

 

http://www.faroesoccer.com/

 

Tíðindasavn rssrss

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

Profilar

Navn: Jógvan Holm
Føðingardagur: 21/12-1985
Bústaður: Kvívík
Hædd/Vekt: 169cm/65kg
Pláss á vølli: Høgri/Vinstri Vongur
Onnur feløg: B36 - FS Vágar

Toppskorðari