
Michael Schjønberg gevst sum venjari hjá 07 Vestur
Michael hevur boðað felagnum frá, at saknurin eftir familjuni er vorðin ov stórur og at hann tí ynskir at fara heim til familjuna í Danmark.
Vit í 07 Vestur eru hørm um uppsøgnina, men nevndin hevur tikið uppsøgnina til eftirtektar.
Vit vilja takka Michael fyri tíðina í felagnum, fyri góðu úrslitini, og harvið besta kappingarár hjá Betri deildini í søgu felagsins. Vit ynskja Michael og familju hansara alt tað besta framyvir.