
Fyrr í vikuni gjørdi 07 Vestur avtalu við unga kvívíkingin, um spæl hetta komandi kappingarárið. Vit í 07 Vestur eru sera fegin um, at Tórstein velur at halda fram, og ynskja honum eisini tillukku við yrkisleikarasáttmálanum.
18 ára gamli Tórstein Mýlingstind er, fótbóltsliga, uppvaksin her vesturi, fyrst í barnaliðunum hjá SÍF, og síðani í 07 Vestur. Hann spældi frumdystin á 1. liðinum í 1. deild í 2010, og spældi eisini í 1. deild í fjør. Tórstein fekk sítt gjøgnumbrot á 1. liðinum í fjør summar, tá hann vann sær plássið á høgra bakki, har hann spældi 16 dystir, har av ein í steypakappingini.
Stórt tillukku til Tórstein!