07 Vestur heintar álopsleikara úr Esbjerg fB

07 Vestur hava gjørt avtalu við Mads Borchers, sum eisini júst er komin til landið. 19-ára gamli áloyparin styrkir hópin, hjá Michael Schønberg, sum nú byrjar at fáa skap.

Mads Borchers kom annars til Esbjerg fB úr SUB Sønderborg í 2017, sum 15-ára gamal, og fekk sín fyrsta dyst á besta liði í NordicBet Liguni í summar móti Vendsyssel. Hann er vanliga fremsti áloypari, men kann eisini leika longur afturi á vøllinum.

Ungi sønderborgensarin er komin til landið í dag, og kemur at venja við hópinum beinanvegin. Tó er sera ivasamt um hann verður við longu í kvøld, tá venjingardystur verður móti AB í Sørvági.