Rafael Veloso (tv) og Jón Nordendal, formaður

07 Vestur longt sáttmálarnar við Rafael og Predrag

Á frálíkari útferð í Tindhólmi undirskrivaði málverjin, Rafael Veloso, leingjan av sáttmálanum, so hann verður í 07 Vestur komandi árini. Eisini Predrag Jeremic hevur longt sáttmálan.

26-ára gamli portugisiski málverjin hjá 07 Vestur hevur við hesum bundi seg til felagið komandi tvey árini. Rafael kom til 07 Vestur úr íslendska ÍBV, men hevði frammanundan verið í Valdres í noregi og fleiri feløgum í Portugal. Rafael leikti annars ungdómsárini við portugisiska stórfelagnum Sporting Clube de Portugal, á teirra U15, U17 og 19-liðum.

Eisini 32-ára gamli Predrag Jeremic hevur longt sáttmálan. Eins og Rafael kom Predrag til 07 Vestur í ár. Predrag hevur eina longri yrkisleið í serbiskum fótbólti, har álopskendi miðvallararin hevur umboðað fleiri feløg.





Komandi dystir 

1. deild menn
22. sep. 07 Vestur - AB

1. deild kvinnur
20. sep. TB/FCS/Royn - 07 Vestur


Menn 1. deild

Lið D +/- Stig
Víkingur II 19 28 44
NSÍ II 19 24 38
B68 19 14 31
07 Vestur 19 7 30
HB II 19 -1 30
B36 II 19 -8 24
B71 19 2 23
KÍ II 19 -12 23
AB II 19 -18 12
FC Hoyvík 19 -36 10

Málskjúttar

Predrag Jeremic 6
Tór-Ingar Akselsen 6
Dann Fróðason 3
Gilli Samuelsen 3
Martin Tausen 3
Jógvan Petersen 2
Ragnar Weihe 2
Teitur Olsen 2
Eiler Fróðason 1
Jóannis á Steig 1
Karl Weihe 1
Solomon Kwao 1
sjálvmál 1

 
 

Kv. 1. deild

Lið D +/- Stig
AB/B71 9 35 21
07 Vestur 10 12 19
ÍF/Víkingur/B68 8 1 16
HB 8 2 15
TB/FCS/Royn 8 -12 7
AB 9 -10 6
8 -28 4

Málskjúttar

Margit M. Kwao 6
Julia Niclasen 4
Sissal Haraldsen 4
Sesilia Olsen 3
Kristina D. Gásdal 2
Marita E. Thorsvig 2
Ruth Albinsdóttir 2
Eyðvør T. Poulsen 1
Hanna Thomassen 1
Helma Thomasen 1
Kristina Nattestad 1
Mona S. Poulsen 1
Sjálvmál 1