Í kvøld hava 07 Vestur og Tór-Ingar Akselsen úr Sandavági gjørt avtalu, ið inniber, at Tór-Ingar skal leika við felagnum hetta árið. Vit í 07 Vestur eru sera fegin um at fáa Tór-Ingar við aftur og ynskja honum tillukku við sáttmálanum.

Tór-Ingar spældi við fyrra partin av kappingini í fjør, til og við 11. umfarið, og so 2. hálvfinaludystin tá vit, hóast 2-1 sigur á ÍF, máttu úr kappingini. Síðan hevur Tór-Ingar verið í USA við familjuni, haðani tey komu aftur áðrenn jól.

Sandavágsmaðurin má nú sigast at teljast millum allar royndastu leikarar okkara. Hann hevur spælt á bestu liðunum hjá FS Vágum, HB og 07 Vestur síðan 1997.

Enn eina ferð tillukku til Tór-Ingar - og vit gleða okkum at síggja hann aftur í svarta búnanum!





Komandi dystir

VFF Cup
23. jan. Skála - 07 Vestur


VFF Cup 2021

Lið D +/- Stig
Víkingur 1 5 3
HB 1 4 3
1 3 3
NSÍ 1 3 3
B36 1 2 3
B68 1 -3 0
EB/Streymur 1 -3 0
ÍF 1 -3 0
07 Vestur 1 -4 0
Skála 1 -5 0


Málskjúttar