Thiago Pinto Borges er nýggjur leikari hjá 07 Vestur.

07 Vestur styrkt seg enn meira

Síðani 07 Vestur yvirtók barnafótbóltin frá SÍ og SÍF, hevur ítróttarfelagið fyri vestan lagt stóran dent á at menna egnar leikarar. Eitt nú hevur 07 Vestur fulltíðarsettan høvuðsungdómsvenjara, ið leiður og skipar menningararbeiði í felagnum. Hetta sæst aftur í unga miðal aldrinum á besta liðinum, ið einans er gott 22 ár, samstundis sum U18, U16, U14 og U12 øll blandað seg í toppin í sínum árgangum í 2016.

Nú felagið hevur vunnið sær sæti í bestu deildini, verða hesir ungu leikararnir og hetta stóra ungdóms arbeiði álitið hjá 07 Vestur framyvir. Nevndin ætlar at liðið harafturat skal styrkjast við nøkrum útlendskum profilum og undangongumonnum, har liðið manglar leikarar.

Ein teirra er Ken Fagerberg, ið kom til felagið fyrr í mánaðinum, og nú er so næsti leikarin komin í hópin. Talan er hesaferð um 28 ára gamla brasilska miðvallaran Thiago Pinto Borges, ið hevur leikt út við 40 dystir í superliga´ini í Danmark við ávíkavist Esbjerg og FC Vestsjælland, umframt at leikt við Trelleborg FF í bestu svensku deildini. Til stuttleikar kann nevnast, at Thiago á ungum árum var og royndarvandi í so navnframum feløgum sum AC Milan og Valencia. Thiago verður lýstur sum ein skjótur, tekniskur og arbeiðssamur miðvallari við nógvum dynamikki.

Tað er eingin ivi, at Thiago og Ken Fagerberg er ein rættuliga stórir styrkir hjá liðnum fyri vestan, og má 07 Vestur roknast sum ein rættuligur avbjóðari at bíta seg fastan í Effo deildini.

Thiago kemur saman við unnustu síni til landið beint eftir nýttárið.

07 Vestur ynskir Thiago vælkomnan í felagið.





Komandi dystir

27. apríl

1. Deild: B36- 07V,      kl. 17.00 

2. Deild: Undrið- 07V, kl. 15.45  

3. Deild: Royn-07V      kl.  



Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
KÍ II 4 12 10
Víkingur II 4 9 10
07 Vestur 4 6 10
NSÍ II 4 -3 6
B68 4 -1 5
Skála II 4 0 4
B71 4 -8 4
HB II 4 -2 3
EB/Streymur II 4 -4 1
B36 II 4 -9 1

Málskjúttar

Solomon Kwao 2
Eirikur Ellendersen 1
Heri Kjærbo 1
Hørður Egilsson 1
Ragnar Weihe 1