07 Vestur takkar fyri stuðulin

Eftir at fýrverksølan endaði vóru vinnararnir av lutaseðlunum funnir og 07 Vestur takkar fyri stuðulin til fýrverksøluna í ár. Vinnararnir vóru Fróði Nolsøe (battarí), og Jákup Pauli í Eyðanstovu og Sigurd Nordendal (árskort)

Eins og undanfarin ár hevur 07 Vestur havt fýrverksølu í Sandavági og Sørvági. Undirtøkan hevur eisin verið sera góð øll árini, eins og aftur í ár. Hetta eru vit sera takksom fyri og inntøkan av hesum ger stóran mun í rakstrinum av felagnum.

Eitt afturvendandi tiltak í sambandi við fýrverksøluna, er at drigið verður lut ímillum øll, ið keypa fyri eina størri upphædd, í ár kr. 1000. Í ár vóru tríggir vinningar, eitt størri fýrverksbattarí og tvey árskort til heimadystirnar í Betri deildini komandi ár.

Vinnararnir í ár vóru:

Fróði Nolsøe (battarí)
Jákup Pauli í Eyðanstovu (árskort)
Sigurd Nordendal (árskort)


Stóra takk fyri stuðulin og gott nýggjár øll somul!






Komandi dystir

VFF Cup
23. jan. Skála - 07 Vestur


VFF Cup 2021

Lið D +/- Stig
Víkingur 1 5 3
HB 1 4 3
1 3 3
NSÍ 1 3 3
B36 1 2 3
B68 1 -3 0
EB/Streymur 1 -3 0
ÍF 1 -3 0
07 Vestur 1 -4 0
Skála 1 -5 0


Málskjúttar