
2. dagur á Football Festival
Í dag er annar dagur á fótbóltsfestival í Århus. Øll lið okkara hava verið í action, og seinnapartin hava Dreingir U14 verið á Tivoli.
Innleiðandi umførini hjá dreingjum U16 eru liðug nú. Áðrenn síðsta umfarið høvdu vit møguleikan at vinna okkum sess í semifinalunum, men hetta miseydnaðist hóast vit heilt víst ikki vóru verri enn mótstøðuliðið. Vit taptu tó 2-0 og endaðu harvið á 3. plássi í okkara bólkið. Í morgin spæla vit 1. umfar um plassering 5 til 8. Við sigrið verður síðsti dysturin um 5. og 6. pláss.
Gentur U15 hava spælt sín annan dyst í dag. Úrslitið var hesu ferð nógv betur, og vit taptu við bert einum málið, ið hinar skoraðu uppá brotspark.
Dreingir U14 1 megnaðu ikki at venda gongdini eftir 3-1 tapið í seinna dystinum í gjár. Móti einum sterkum HB/B36 liðið, "Føroya Mix", taptu teir 5-0. Við tveimum dystum eftir, báðir í morgin, kunnu teir enda alt frá nummar 2 til 5.
Dreingir U14 2 hava ikki havt tað lætt í sinum bólkið. Allir tríggir dystirnir hava verið stórtap. Í morgin er bert ein dystur - teir fáa eitt frí-umfar. Sum skilst er lagið tó gott, og dreingirnir hugna sær í góða veðrinum.




