
John Heri Mouritsen, fyri ungdómsnevndina, og Heðin Jørgensen, formaður í 07 Vestur, finna vinnaran í posanum.
Advokatskrivstovan vinnari av firmalutaseðlinum
Í sambandi við uttanlandaferð skipaði ungdómsdeildin hjá 07 Vestur fyri sølu av firmalutaseðli. Advokatskrivstovan vann stóra vinningin á ferð fyri 20 fólk undir Vestmannabjørgini, vitjan á Søgusavninum og døgurða á Fjørðukrónni, umframt busskoyring til Vestmanna og heimaftur.
Vit takka stuðlunum, Skúvadal og Á Giljanesi fyri vinningin. Vit vilja eisini takka øllum sum hava stuðla við at keypa seðil.




