Aftur ein rúgva av dystum komandi vikuskifti

Nógv lið skulu í eldin leygardagin, U10 fyri fyrstu ferð í ár. Eisini ein broyting er, við tað at Dreingir U14 b hava skift um dyst við Víking, og spæla sostatt heimadyst fyrst.

Øll vaksnu liðini spæla heimadyst, tvs. at bæði 1., 2. og 3. deild spæla í Sørvági leygardagin. Ein annar dystur verður eisini í Sørvági, tað er júst umbýtti dysturin hjá Dreingjum U14, av tí at ikki var pláss í Sandavági, har teir vanliga spæla.

Í Sandavági eru fleiri kappingar, eins og fleiri lið eru aðrasteðs og spæla. Gentir og Dreingir U10 skulu spæla fyrsta dystin í ár. Í alt 9 lið í hesum aldursbólkinum skulu spæla, 3 gentu- og 6 dreingjalið. Sørvágsliðini skulu øll av oynni, meðan tvey av sandavágsliðunum spæla heima.

Nú vit nærkast mei, eru bert fá lið, ið ikki hava spælt enn. Hesi eru øll tey yngstu, U8 og tey undir skúlaaldur og so teir eldstu, Old Boys +35. Hesi byrja øll 5. mei.





Komandi dystir


Betri Deildin
7. mars kl. 15:00 07 Vestur - B36