Árskort

Seinasta freist at keypa árskort, so tey kunnu brúkast komandi sunnudag, er leygarkvøldið kl. 20. Kortið gevur atgongd til allar heimadystirnar í Betri Deildini hjá kvinnum og monnum, og kostar einans kr. 500.

Kortið er eisini ein lutaseðil um sera góða vinningar. Meira er at lesa á faldaranum, sum kann takast niður niðanfyri.

Fyri at keypa kortið, skal peningurin, kr. 500, flytast á konto 9181-1659679. Minst til at viðmerkja eftirnav og bústað.
Tá tað er gjørt, skal boðast frá við sms á 236306 ella telduposti til 07vestur@07vestur.fo við navnið, bústaði og telefonnr.
Kortini kunnu heintast í 07Vesturhúsinum sunnudagin ímillum kl. 13-14



faldari-arskort-290323.pdf   Faldarin kann takast niður her.