Ási Dam 07 Vestur-leikari

07 Vestur og HB hava gjørt leiguavtalu, sum inniber, at 20-ára gamli Ási Pálsson Dam skal leika við 07 Vestur tað, ið eftir er av kappingarárinum.

20-ára gamli havnamaðurin fekk sínar fyrstu minuttir í Betri Deildini í 2020, og hevur spæla 20 dystir higartil. Harav 4 dystir í ár, 1 frá byrjan. Ási kann spæla á bakkplássunum báðu megin, umframt longur frammi í síðunum, kanska mest í vinstru síðu.

Ási er uttan iva hugsaður at koma inn á vinstra bakk ella vong, eftir at Rasmus Knudsen er farin, og við tað at Teitur Olsen og Jóhan Hansson Joensen báðir hava verið illa darvaðir av skaðum.