Mynd: www.jn.fo

Betri Deildin: Einki stig við Løkin

Tvey skjót mál tá ein tími varð leiktur, løgdu lunnar undir heimasigrinum, hóast vit megnaðu at halda vertunum frá fatinum í stóran part av dystinum. Gilli minkaði um munin, men heldur enn at javna, innkasseraðu vit enn eitt mál í 3-1 ósigrinum í dag.

Góð líkindi vóru við Løkin í Runavík í dag, men ikki hjálpti tað okkum. Tó so, vit høvdu rímiliga gott tak á vespunum fyrra hálvleikin, og stórir møguleikar vóru fáir. NSÍ høvdu tó bóltin mest og vit lógu uppá lúr eftir kontramøguleikum.

Frá byrjan av seinna hálvleiki, løgdu NSÍ'ararnir meira fyri, og rættiliga skjótt komu teir til farligar royndir á málið. Tveir ferðir bjargaðu vit á strikuni og tað lá í luftini, at mál skuldi koma.

Tá lítil tími varð leiktur, skoraðu vertirnir so tvey mál innanfyri 2-3 minuttir. Fyrra málið varð rættiliga óheppið, sæð frá okkara síðu, tí tað kom beinleiðis frá hornasparkið. Seinna málið kom eftir innlegg.

Á bonkinum valdi Pauli Poulsen, venjari okkara, at gera útskiftingar beinanvegin eftir hetta, og inn komu Ken og Gilli fyri Jón og Asbjørn. Og løtu seinni minkaðu vit um munin, við máli, sum Gilli fekk.

Løtuna eftir hetta hómaðu vit útjavning, men so skoraðu vertirnir eina ferð enn, og so var dysturin avgjørdur. Teir kundu eisini havt skotið enn eitt mál, men vit sluppu við skrekkinum, og dysturin endaði 3-1.

Hósdagin skulu vit aftur í eldin, tá KÍ koma á vitjan.

Byrjanaruppstilling: Ivan Stojkovic; Jóannis á Steig, Ndende Adama Gueye, Martin Tausen, Niels Mouritsen; Nikola Krcmarevic, Høgni Egilstoft Nielsen; Kyrylo Silich, Janus Svabo Samuelsen (Tór-Ingar, 76.), Asbjørn Heðinsson (Gilli, 64); Jón Krosslá Poulsen (Ken, 60.).

Eyka: Silas Eyðsteinsson, Gilli Samuelsen, Dann Fróðason, Sølvi Egilsson, Tór-Ingar Akselsen, Ken Fagerberg, Teitur Olsen.




Komandi dystir

 

13/9:   

1. d. m. NSÍ-07Vestur kl. 19.30 í Runavík

14/9:

2. d. m. 07Vestur-B68 kl. 15.30 í Sørvági

3. d. m. Royn-07Vestur kl. 0?.00 í Hvalba 

DU17 07Vestur-Víkingur kl. 1300 í Sørvági


Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur II 22 25 46
NSÍ II 22 14 42
KÍ II 20 23 38
07 Vestur 22 14 38
B68 22 0 31
Skála II 22 -5 24
B71 21 -15 23
B36 II 22 -11 21
HB II 21 -9 20
EB/Streymur II 22 -36 12

Málskjúttar

Niels Mouritsen 8
Solomon Kwao 8
Høgni E. Nielsen 6
Ragnar Weihe 5
Ken Fagerberg 4
Dann Fróðason 3
Hørður Egilsson 3
Eirikur Ellendersen 2
Martin Tausen 2
Asbjørn Heðinsson 1
Heri Kjærbo 1
Jákup S. Olsen 1
Sølvi Egilsson 1
Teitur Olsen 1
Tór-Ingar Akselsen 1