Foreldrafundur fyri dreingirnar í Sørvági

Hóskvøldið kl. 20 verður foreldrafundur fyri piltum (U12), smápiltum (U10) og pinkulingum (U8), ið spæla í Sørvági, í skúlanum í Bø. Jógvan Páll Joensen, ið er venjari, kemur at greiða ætlanunum fyri árið. Kaffi og okkurt gott verður aftur við.

Í Sørvági eru tilmelda 6 dreingjalið í ár, trý U8, tvey U10 og eitt U12. U12 liðið er longu farið í gongd við kappingina og spældu sína fyrstu kapping leygardagin. Teir spæla aftur komandi leygardag.

U10 liðini skulu í gongd leygardagin 28., og U8 byrja 5. mei.





Komandi dystir


Betri Deildin
7. mars kl. 15:00 07 Vestur - B36