Góð byrjan uppá seinnu hálvu

Við sannførandi 2-0 sigrið á útivølli móti B71, sluppu vit endiliga í gongd aftur. Mál okkara skoraðu Jovan og Tór-Ingar, í báðum førum við góðari hjálp frá debutanti okkara úr Tjørnuvík, Briani Olsen.

Liðið: Petur Meinhard Magnussen; Brandur Heinason, Aristide Tehe, Emil Mikkelsen, Andrias Eriksen; Hørður Askham (Ásmund, 86'), Jovan Radinovic-Panic; Jákup Sveinbjørn Olsen (Ásmund, 77'), Brian Olsen, Tór-Ingar Askelsen; Hans Arni Ellefsen (Hørður, 68').
Eyka: Eli Poulsen, Jón Gregersen, Hørður Johansen, Bjarni W. Jørgensen, Ásmund Hansen.

Veðrið inni á Dal á Sandi var sjálvsagt ikki so gott sum her vestanfyri, nakað av vindi inn á síðuna, men hetta darvaði ikki stórvegis. Nakað av viðhaldsfólki her vesturi frá vóru komin við tann langa túrin, sum byrjaði um 4 tíðina og endaði út móti miðnátt.

Vit byrjaðu væl og spælið sá út til at hanga betur saman enn, kanska nakrantíð, fyrr í ár. Í framrættaða spælinum var nýggi leikari okkara, Brian Olsen, sera eyðsýndur. Altíð spælbarur og við góðum avleveringum. Eisini vísir hann seg sera ágrýtnan í at vinna bóltin aftur, bæði frammaliga og eisini aftarliga á miðjuni.

Tað var eisini hetta høga pressi, ið førdi til fyrsta málið. Eftir 20 minuttir vunnu vit bóltin høgt uppi og spældu niðan móti brotsteiginum. Fáar metrar uttanfyri brotsteigin, eitt vet út í vinstru varð júst Brian feldur. Jovan og Tór-Ingar stóðu yvir bóltinum, og fyrrnevndi snaraði eitt vakurt skot upp um múrin og yvir í handara horni. Ómøguligt hjá gula málverjanum og 0-1.

Vit hildu á við positivu taktunum og tíggju minuttir seinni gav hetta úrslit. Vit spældu sera væl niðan í høgru síðu, har Brian fekk ein góðan bólt niðan í horni. Heilt niðri við hornaflaggi legði hann innleggið høgt og tætt framvið málið. Málverjin hevði ikki heilt stýr á tí, og Tór-Ingar kundi lættliga skalla bóltin í netið, staddur við handaru stong.

Vit komu ikki til fleiri møguleikar í fyrra hálvleiki, men høvdu fullkomuliga stýr á tingunum. Sum ikki eina ferð stóð verjan sera stinn, hetta hóast skift var á báðum bakkplássunum, har Brandur og Andrias vóru komnir inn fyri Tórstein, ið hevði leikbann, og Rógva, ið er uttanlanda.

Sum seinni hálvleikur leið, løgdu vit okkum, kanska óbevíst, longur aftur á vøllin. Vertirnir fingu fleiri horna og til tíðir kundi hetta gjørst vandamikið, men Petur stóð sum ein brandur.

Gudmundur Nielsen, sum er heima í summarferiu leikti við vertunum. Hann var ikki ofta farligur, men einu ferðina megnaði hann at bróta ígjøgnum. Hann trekti inn í brotsteigin og smekkaði til úr fimm metrum úr høgru. Petur Meinhard kom út og bjargaði meistarliga. Hetta var eisini týðningarmikið, so teir gulu ikki funnu ein veg inn í dystin aftur.

Vit fingu tveir stórar møguleikar móti endanum. Fyrst var Hans Arni spældur ígjøgnum, um miðjan annan hálvleik, men trekkið framvið málverjanum var júst ov langt og hann fekk ikki skot á og rann bóltin út av vøllinum.

Síðsti møguleikin var so stórur sum teir koma: Tað var aftur eina ferð Brian, ið var uppá spæl tá hann bleiv spældur ígjøgnum. B71-verjuleikarin rann hann niður aftanífrá og dómarin bríkslaði fyri sólarklárum brotsparkið. Hetta gav eisini seinna gula og útvísing til Tórður Hentze hjá B71. Tór-Ingar skludi skjóta, men rakti yvirleggjaran - og so var tann møguleikin farin.

Siðstu løtuna høvdu vertirnir enn nøkur horna og long innkast, men einki spurdist burturúr.

Næsti dystur verður móti AB leygardagin kl. 1500. AB og Skála spældu javnt í gjár, og vit eru nú ájavnir við AB, men aftanfyri orsaka verri málmun.





1.Deild: 07 Vestur - B68 8-2 (14-06-2008) Fleiri myndasøvn

Komandi dystir

3. Deild, 27. aug. kl. 19:00
07 Vestur - KÍ 

U18 dr., 28. aug. kl. 19:30
ÍF - 07 Vestur 

Dr. U16 a, 23. aug. kl. 10:00
07 Vestur - AB 3-0

Dr. U14 a, 30. aug. kl. 10:00
HB a - 07 Vestur
(Steypafinala)

Fleiri

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
TB (N) 23 54 62
07 Vestur (N) 23 8 40
FC Suðuroy 23 13 38
B36 23 7 34
NSÍ (U) 23 4 31
AB (U) 23 4 30
Víkingur 23 -13 25
HB 23 -24 23
23 -20 22
EB/Streymur 23 -31 16

Toppskorðari

Torstein
9
Sigtór
7
Gunleif
6
Jákup S.
4
Sjúrður E.
4
Hørður
3
Jovan
3
Sjúrður O.
2
Ásmund
2
Emil
1
Hanus
1
Uni
1