
07 Vestur hevur gjørt avtalu við Hegga fyri árið, ið inniber, at hann skal venja dreingjaliðið, umframt vikuligar felagsvenjingar fyri smádreingir og dreingir og fasta málmannsvenjing fyri allar aldursbólkar.
Hegga skal eisini standa á odda fyri arbeiðinum hjá ungdómsdeildini at leggja menningina av teimum yngstu í fastar rammur. Arbeitt verður við at framleiða rúgvusmikið skrivligt tilfar, ið skal skal tryggja dygdina á venjingini.
Venjingin er longu byrja, og til fyrstu venjingina, ið var í gjár í Sandavági, vóru 20 møttir, har av helvtin vóru smádreingjaleikarar.
At Hegga tekur hetta uppá seg, er mett sum eitt týðningarmikið stig á leiðini framá, og vit gleðast um at Hegga tók við uppgávuni!
Tillukku Hegga!