
(f.v.) Hjalmar, Heri og Jónatan
Heili trý stjørnuskot hava skrivað undir við 07 Vestur
Tað legst støðugt til við stjørnuskotum hjá 07 vestur, nú ein sera góður árgangur av fótbóltsspælarum fær aldur til at gera sáttmála. Nú hava vit skrivað undir sáttmála við tríggjar av hesum leikarum afturat.
Talan er um Hjalmar Gudmundsen, Hera Klakstein og Jónatan Nattestad. Allir hava spælt við U17-liðnum í 2022, sum fekk fantastisk úrslit. Liðið bleiv nummar 2 í landskappingini og tað sama í steypakappingini.
Hjalmar er ein av fýra úr árganginum, sum hevur so høgt støði, at hann spælir við landsliðnum. Aðrir úr árganginum eru so góðir, at teir akkurát tað sama, eisini kundu verið úttiknir.
Tað er at frøðast um, at teir sum skulu verða stamman á 07 Vestur liðnum næstu mongu árini nú koma til aldurs.
Og vit gleða okkum til nógvar góðar løtur saman við teimum á vøllinum.