Mynd: www.in.fo

Jóhann er nýggja vápnið hjá 07 Vestur

Jóhann Hansson Joensen er nýggjur leikari hjá 07 Vestur. Hann undirskrivaði sáttmála í dag. 

Tá ið vit í fjør spældu móti EB/streymi, var Jóhann ein støðug hóttan á vonginum. Hann er sera driblisterkur, hevur ferð, og dugir væl at plasera seg. Hann er ein sera búgvin spælari, hóast hann einans er 20 ára gamal. 

Jóhann er uppvaksin í Havn, har hann hevur spælt á ungdómsliðunum hjá B36. Hann hevur spælt nakrar dystir á besta liðnum, og nógvar dystir í 1. deild. Eitt skifti var hann í danmark og spældi við Sønderjyske. Í fjør byrjaði hann inni allar dystirnar hjá EB/streymi. So talan er um ein sera stabilan leikara. 

Í Jóhann hava vit eisini fingið ein landsliðsleikara afturat. Hann hevur spælt við øllum ungdómslandsliðunum hjá Føroyum, seinast við U21. 

Vit bjóða Jóhann hjartaliga vælkomnum og vóna, at hann fer at trívast væl her vesturi.