
Magnus Powell heldur ikki fram í 07 Vestur
Magnus Powell fer ein av komandi døgunum at skriva undir sáttmála við Østersunds FK í Svøríki og heldur sostatt ikki fram í 07 Vestur.Tað var skjótt eyðsæð at Magnus var eitt slag av venjara, vit ongantíð áður hava sæð í felagnum. Hann hevur meir enn nakar flutt felagið nøkur risafet á tí ítróttarliga økinum, eins og hann hevur verið ein hollur stuðul hjá umsitingini í teirra arbeiðið, hesa stuttu tíðina hann var í felagnum.
Tað sum Magnus leggur eftir seg er ein vitan um hvat krevst at flyta felagið longur framá í føroyskum fótbólti. 07 Vestur leitar nú eftir nýggjum venjara, ið kann taka staffettina upp eftir Magnus.
Hóast vit eru hørm um, at Magnus fer til annað felag, so taka vit tað sum eitt herðaklapp at Østersunds FK hevur lagt til merkis hvat Magnus Powell og 07 Vestur hava avrikað í 2021.
07 Vestur takkar Magnusi fyri tíðina og vilja vit ynskja honum bestu eydnu í Østersunds FK.