Egil Petersen, nevndarlimur, og Martin Tausen.

Martin aftur í 07 Vestur

Eftir eitt hálvt ár í barndómsfelagnum TB, verður Martin Tausen aftur at síggja í svørtum komandi kappingarár, her hann annars hevur spælt undanfarnu hálvu fjórðu árini. Væl afturkomin! 

29-ára gamli tvørámaðurin byrjaði at spæla við 07 Vestur í 2016, eftir at hann flutti vestur, ella norður, sum tað eitur, haðani hann kemur. Við 173 dystum í bestu deildini og 117 í 1. deild, er hann av mest royndu leikarum okkara. 84 dystir og 9 mál eru tað vorðið til, á besta liði okkara.

At Martin, við sínum royndum og leiðaraevnum, serliga í verjupartinum, vendur aftur til 07 Vestur er avgjørt ein stórur styrkur fyri felagið. Hjartaliga væl afturkomin!




Komandi dystir 

1. deild menn
30. mei 07 Vestur - B68

1. deild kvinnur
1. juni HB - 07 Vestur

 

Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur II 3 4 7
B68 3 4 7
B36 II 3 1 6
B71 3 2 5
KÍ II 3 1 4
NSÍ II 3 0 4
07 Vestur 3 0 3
HB II 3 -2 2
FC Hoyvík 3 -5 1
AB II 3 -5 0

Málskjúttar

Dann Fróðason 2
Gilli Samuelsen 1
Jógvan Petersen 1
Karl Weihe 1