Obbekjær verður verandi

Daniel Obbekjær kom til 07 Vestur miðskeiðis í kappingarárinum í ár. Sterki miðverjin hevur síðani staðið stinnur. Hann hevur spælt hvønn dyst og hevur verið ein sannur styrkur fyri okkum.

Hann hevur eisini víst seg at hava evnini at leiða okkara verjuspæl og at rudda burtur, tá ið á stendur.

Daniel Obbekjær var heilt yviri í Kanada og vendi, áðrenn hann kom til 07 Vestur. Hann hevur evnini sum fáur og hevur spælt á ungdómslandsliðunum hjá Danmark, frá U16 til U19.

Vit gleða okkum at síggja Daniel í 07 Vestur troyggjuni eitt ár afturat.