Og dómararnir hjá 07 Vestur hava so eisini verið í gongd

07 Vestur hevur meldað 5 dómarar til í ár, teir eru Kim Poulsen, Súni Fríði Barbá, Fróði Poulsen og Ingi S. Joensen. Ingi tekur fyrsta skeiðið hetta vikuskiftið, og er so klárur.

Tað tekur fleiri ár at koma upp í bestu deildirnar, og nýggju dómararnir skulu veruliga brynja seg við tolni, fyri at røkka langt í dómarakarrieruni.

Súni Friði hevur longu dømt fleiri dystir í ár, har ímillum bæði í 1. deild hjá kvinnum og 1. deild hjá monnum. Í morgin skal hann aftur í eldin, tá hann skal døma í 3. umfarið hjá 1. deild kvinnum. Mánakvøldið skal hann eisini døma, tá í unglingadeildini.

Kim og Fróði fingu sín fyrsta dyst í dag, í 2. deild á Skála, har Skála tók móti Giza/Hoyvík. Rógvi E. Nielsen var við hendan dystin, sum annar hjálpardómarin.





Komandi dystir


Betri Deildin
7. mars kl. 15:00 07 Vestur - B36