gomul mynd

So sær tabellin endiliga út sum hon skal

Eftir ein sera góðan fyrra hálvleik, við málum frá báðum teimum nýggju leikarunum, Hørði Askham og Briani Olsen, hildu vit fast við sigurin, hóast AB fekk eitt mál. Nú eru tveir triðingar farnir av kappingini og vit liggja nummar 1.

Liðið: Petur Meinhard Magnussen; Tórstein Mýlingstind, Aristide Tehe, Emil Mikkelsen, Andrias Eriksen; Hørður Askham (Brandur, 86'), Jovan Radinovic-Panic; Jákup Sveinbjørn Olsen (Ásmund, 74'), Brian Olsen, Tór-Ingar Askelsen; Hans Arni Ellefsen (Hørður, 46').
Eyka: Hørður Johansen, Jóhan Selfoss, Ásmund Hansen, Brandur Heinason.

Vit byrjaðu sera væl í dag og spældu kanska okkara bestu 45 minuttir í fyrra hálvleiki. Hetta gjørdi at mótstøðuliðið, hóast tað var oddaliðið, ikki fekk fótin fyri seg í byrjanini. Kombinatiónirnar sótu væl framm eftir miðjuni og Tór-Ingar og Jákup Sveinbjørn komu væl við á kantunum.

Fyrsta málið kom rættiliga skjótt. Vit vunnu horna í høgru og Jovan skeyt innskrúva við vinstra beinið. Innleggið kom væl innfyri, eingin fekk fatur á bóltinum og brádliga stóð Hørður Askham leysur og skoraði trygt.

Vit hildu á við góða spælinum, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki kom seinna málið. Jovan var aftur innblandaður, har hann fekk ein bólt við sær fram eftir miðjuni. Hann trekti longur og longur, men fekk ikki skot á. Komin næstan aftur til baklinjuna áraka fimm-meturin, legði hann bóltin lágt aftureftir inn í brotsteigin, har Brian lá uppá lúr. Vendur burtur frá málingum fekk Brian bóltin undir kontrol, snaraði sær á og skeyt út til høgru stong. Málverjin fekk einki gjørt og 2-0.

Sum sagt fekk AB ikki fótin fyri seg í byrjanini, og tað var ikki fyrr enn í síðstu minuttunum at teir fingu fyrsta málmøguleikan. Hann var hartil eisini stórur, men Petur stórbjargaði skotinum úr stuttari fjarstøðu og retururin fór við síðuna av.

Eins væl og vit spældu í fyrra hálvleiki, spældu vit illa í seinna. Snøgt sagt einki hekk saman og vit dúvaðu stórt sæð uppá sterkt verjuspæla og langar bóltar.

Ein smáskaddur Hans Arni bleiv útskiftur í hálvleikinum, men innskiftið Hørður Johansen fekk ikki nógv at arbeiða við, og vit fullu langt aftur.

Longu í 7. minutti fingu gestirnir mál sítt. Tað var eitt innlegg úr teirra høgru, sum, umvegis ein hæl, snýtti málverja okkara, og so var støðan spent, altso 2-1.

Eina løtu miðskeiðis í hálvleikinum fingu vit flutt okkum longur fram. Vit pressaðu verjuna og málverjan til at gera mistøk og fingu nøkur góð fríspørk og hornaspørk, men einki spurdist burturúr.

"Argjamenn" fingu ongantíð ongantíð lagt okkum undir trýst hóast spælt var um 1. plássið, og vit hildu fast við leiðsluna heilt til dagsins dómari bríkslaði av.

Eftir nú at hava hála 6 stig í land uppá 4 dagar, er aftur steðgur. Vit spæla aftur mánadagin 13., tá ið Klaksvíkingar koma vestur á vitjan á Dungasandi. Dysturin verður kl. 19:00.

Koyrið á 07 Vestur!





1.Deild: 07 Vestur - B68 8-2 (14-06-2008) Fleiri myndasøvn

Komandi dystir

1. Deild, 13. sep. kl. 15:00
07 Vestur - NSÍ 2-1

3. Deild, 13. sep. kl. 18:00
07 Vestur a - NSÍ b 6-3

Dr. U16, 13. sep. kl. 9:00
07 Vestur - KÍ 1-1

Fleiri

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
TB (N) 24 52 62
07 Vestur (N) 24 9 43
FC Suðuroy 24 14 41
B36 23 7 34
NSÍ (U) 24 3 31
AB (U) 23 4 30
Víkingur 24 -12 28
HB 24 -22 26
24 -21 22
EB/Streymur 24 -32 16

Toppskorðari

Torstein
9
Sigtór
8
Gunleif
7
Jákup S.
4
Sjúrður E.
4
Hørður
3
Jovan
3
Sjúrður O.
2
Ásmund
2
Emil
1
Hanus
1
Uni
1