Mynd: www.jn.fo

Tór-Ingar, hjartaliga tillukku við dysti nr. 200!

Í stórsigrinum í Hoyvík í dag, spældi Tór-Ingar sín dyst nummar 200 fyri 07 Vestur. Toppskjúttin, við tilsamans 67 málum, manglar nú bert ein dyst í, fyri at taka verandi metið hjá Holgar Durhuus aftur.

Enn at leika í 1. deild má sigast at vera eitt bragd í sjálvum sær, hjá 39-ára gamli sandavágsmanninum, men harafturat er Tór-Ingar toppskjútt okkara í ár við 6 málum, harav 1 frá 5-1 sigrinum á FC Hoyvík í dag. Og ikki bara tað, men Tór-Ingar er eisini samlaði toppskjútti okkara við 67 málum, 5 fleiri enn Holgar Durhuus, sum enn eigur metið fyri flest leiktar dystir, við 201 dysti. Altso bara ein fleiri enn Tór-Ingar. Spælir Tór-Ingar tveir dystir afturat í ár, situr hann sostatt á báðum metunum (Tór-Ingar hevur eisini leikt flestar minuttir tilsamans, við meira enn 2000 minuttum fleiri enn Holgar).

Eftir nøkur ár í HB, vendi Tór-Ingar aftur í 2008 tá 07 Vestur, sum júst varð vorðið stovnað skuldi royna at vinna sær sætið í bestu deildini. 07 Vestur flutti eisini beinleiðis upp, og leikluturin hjá Tór-Ingari lá ikki eftir: hann spældi allar dystirnar og skoraði 22 mál.

Undantikið eitt ár í HB, eftir at 07 Vestur í 2009 flutti niður í 1. deild, og so tvey ár, tá Tór-Ingar og familjan vóru uttanlands, hevur Tór-Ingar leikt øll árini við felagnum her vesturi.

Nú hevur hann so runda 200 dystir og verður helst bæði mest leikandi og mest skorandi leikari okkara áðrenn árið er úti.

Hjartaliga tillukku og túsund takk - inntil víðari! 





Komandi dystir 

1. deild menn
22. sep. 07 Vestur - AB

1. deild kvinnur
20. sep. TB/FCS/Royn - 07 Vestur


Menn 1. deild

Lið D +/- Stig
Víkingur II 19 28 44
NSÍ II 19 24 38
B68 19 14 31
07 Vestur 19 7 30
HB II 19 -1 30
B36 II 19 -8 24
B71 19 2 23
KÍ II 19 -12 23
AB II 19 -18 12
FC Hoyvík 19 -36 10

Málskjúttar

Predrag Jeremic 6
Tór-Ingar Akselsen 6
Dann Fróðason 3
Gilli Samuelsen 3
Martin Tausen 3
Jógvan Petersen 2
Ragnar Weihe 2
Teitur Olsen 2
Eiler Fróðason 1
Jóannis á Steig 1
Karl Weihe 1
Solomon Kwao 1
sjálvmál 1

 
 

Kv. 1. deild

Lið D +/- Stig
AB/B71 9 35 21
07 Vestur 10 12 19
ÍF/Víkingur/B68 8 1 16
HB 8 2 15
TB/FCS/Royn 8 -12 7
AB 9 -10 6
8 -28 4

Málskjúttar

Margit M. Kwao 6
Julia Niclasen 4
Sissal Haraldsen 4
Sesilia Olsen 3
Kristina D. Gásdal 2
Marita E. Thorsvig 2
Ruth Albinsdóttir 2
Eyðvør T. Poulsen 1
Hanna Thomassen 1
Helma Thomasen 1
Kristina Nattestad 1
Mona S. Poulsen 1
Sjálvmál 1