Mánadagin 23. januar kl. 18:30 byrjar venjingin hjá 1. deild aftur. Piotr Krakowski stendur aftur við róðri, nú 07 Vestur aftur skal berjast um uppflyting í bestu rekkjuna, Vodafone-deildina, sum tað kallaðist í fjør.

Onkur nýggj andlit vera at síggja til venjingina. Flestu av hesum eru okkara egnu leikarar, fleiri av góða unglingaliðnum frá í fjør. Málverja fáa vit nýggjan í ár, tað er Petur Meinhard, ið kemur frá B68.

Fleiri av leikarunum, ið myndaðu liðið í fjør eru farnir, vit kunnu nevna Clayton, ið skal leika við ÍF, Aristide, ið er fluttur heimaftur til Fílabeinsstrondina, Badara, ið eisini er fluttur heim, hann til Senegal. Málmennirnar báðir, Hans og Kristian, eru eisini fluttir, báðir í bestu deildina, ávíkavist til B68 og NSÍ. Eisini Bassene er farin, hann flutti til Víking stutt eftir kappingarlok. Kingsley er farin aftur til Svøríkis, har hann býr.

Venjingin verður í Sørvági, og øll eru vælkomin at hyggja.