Tór-Ingar tekur enn eitt ár 2021 verður 23. árið í vaksnamannafótbólti hjá mest leikandi og skorandi leikaranum hjá 07 Vestur, Tór-Ingar Akselsen, sum júst hevur undirskrivað nýggjan sáttmála og tekur enn eitt tørn sum leikandi hjálparvenjari hjá 07 Vestur.
07 Vestur sett styrkivenjara Pól Hendrikur Andreasen er settur sum styrkivenjari hjá 07 Vestur í ungdóms- og vaksnamannadeildunum, umframt at Hegga og Jens Erik hava longt sáttmálarnar.
07 Vestur takkar fyri stuðulin Eftir at fýrverksølan endaði vóru vinnararnir av lutaseðlunum funnir og 07 Vestur takkar fyri stuðulin til fýrverksøluna í ár. Vinnararnir vóru Fróði Nolsøe (battarí), og Jákup Pauli í Eyðanstovu og Sigurd Nordendal (árskort)
Marjus skrivað sáttmála Marjus Egilstoft Nielsen hevur júst undirskrivað sáttmála við 07 Vestur. 17-ára gamli sandavágsmaðurin verður sostatt eisini ímillum teir, sum skulu kappast við meira royndu leikararnar um pláss á besta liði okkara.
Ingi skrivað sín fyrsta sáttmála Ingi Joensen hevur júst undirskrivað sín fyrsta sáttmála, og ungi miðvingurin eru sostatt klárur til Betri deildina komandi ár.
Asbjørn heima aftur í 07 Vestur Asbjørn Heðinson og 07 Vestur hava undirskrivað sáttmála, og ungi sandavágsmáðurin er sostatt aftur í barndómsfelagnum, úr AB, har hann leikti í ár.
Brandur nýggjan sáttmála Brandur Heinesen hevur sett sína undirskrift á nýggjan sáttmála, og hann kemur sostatt at geva royndaru leikarunum kapping um plássini, tá Betri deildin verður skotin í gongd.
Silas aftur í 07 Vestur Eftir eitt ár í útlegd er verður Silas Eyðsteinsson aftur at síggja í 07 Vestur komandi árini. 07 Vestur og Silas hava júst undirskrivað sáttmála, so Silas flytir heim aftur úr AB.

Ein lítil umrokkering í nevndini

03. Mar 2012

Nevndin í 07 Vestur hevur valt at umskipa seg eitt lítið sindur á fíggjarøkinum. Eivin Jacobsen, ið áður var valdur sum peningarøkil hevur latið hesa stóru uppgávu frá sær, so tað verður Jóhan F. á Ørg, ið eisini er bókhaldari felagsins, ið skal...

les meir

Nevndin hevur skipað seg

02. Mar 2012

Beint eftir aðalfundin í kvøld, hevði nýggja nevndin fyrsta fundin, har eittans punkt var á skránni, nevniliga at skipa nevndina. Eftir stutt orðaskifti, skipaði nevndin seg soleiðis: Heðin Jørgensen heldur fram sum formaður. Jarnhold Nattestad tekur við...

les meir

5. regluligi aðalfundur 07 Vestur

02. Mar 2012

Í kvøld var 5. regluligi aðalfundur 07 Vestur hildin, hesa ferð í 07 Vestur-húsinum við vøllin á Dungasandi. Nakað av fólki var komið saman lagið var gott! Niðanfyri kann fundarfrásøgn við formannsfrásøgn lesast. Aðalfundur 2012 1. marts...

les meir

Vinnarin av lutakastinum millum málpartabrøvini gjørdist Sunrid Nielsen, Sandavágur

27. Feb 2012

Drigið hevur verið ímillum málpartabrøvini. Hepnið vinnarin av eini flogferð við Atlantic Airways gjørdist Sunrid Nielsen í Sandavági. Vit ynskja Sunrid hjartaliga tillukku við vinninginum! ...

les meir

Silva enn eina ferð í miðlunum í Brasilia

24. Feb 2012

Brasilska heimasíðan globoesporte.globo.com hevur júst lagt eina grein um Silva og 07 Vestur út. Silva greiðir frá hvussu hann endaði í Føroyum eftir at hann flutti frá ungdómsdeildini í Botafogo, og endar við at greiða frá lívinum í Føroyum og menningina av teimum...

les meir

Tey yngstu í Sandavági eisini í svørtum komandi kappingarár!

21. Feb 2012

Í dag er eisini komið á mál við avtalu millum 07 Vestur og SÍF, ið inniber at yngstu deildirnar í Sandavági eisini koma at leika í navni og búna 07 Vestur. Silva hevur verið venjari fyri øllum teimum yngstu í Sandavági, og arbeitt...

les meir

Viðtøkur felagsins

21. Feb 2012

Í samband við aðalfund felagsins, ið lýstur er at vera hóskvøldið 1. marts kl. 19, og annars fyri eina ordans skyld, vera nú eisini viðtøkur felagsins lagdar á heimasíðuna, tó bert í PDF-formatið fyri fyrst, sí her. Aðalfundurin verður...

les meir

07 Vestur og SÍ gjørt avtalu um yngstu deildirnar

21. Feb 2012

Formennirnir í SÍ og 07 Vestur, ávíkavist Jákup á Stongum og Heðin Jørgensen, hava í dag undirskrivað avtalu um samstarv um yngstu deildirnar í Sørvági. Avtalan inniber, at komandi kappingarár koma øll børnini í Sørvági at leika í navni og búna 07 Vestur....

les meir






Komandi dystir

VFF Cup
23. jan. Skála - 07 Vestur


VFF Cup 2021

Lið D +/- Stig
Víkingur 1 5 3
HB 1 4 3
1 3 3
NSÍ 1 3 3
B36 1 2 3
B68 1 -3 0
EB/Streymur 1 -3 0
ÍF 1 -3 0
07 Vestur 1 -4 0
Skála 1 -5 0


Málskjúttar