
Marius Hagen aftur í 07 Vestur
17. Mar 2022
07 Vestur og Marius Hagen hava gjørt sáttmála, og 29-ára gamli norðmaðurin flytir sostatt aftur til 07 Vestur úr Strømmen IF í OBOS-liguni - næstbestu norsku deildini.
07 Vestur og Marius Hagen hava gjørt sáttmála, og 29-ára gamli norðmaðurin flytir sostatt aftur til 07 Vestur úr Strømmen IF í OBOS-liguni - næstbestu norsku deildini.
07 Vestur og Dánial Pauli Lervig hava longt sáttmálan, og, so leirvíkingurin, sum kom vestur at spæla í fjør, heldur fram í 07 Vestur.
Abraham Løkin er nýggjur høvuðsungdómsvenjari hjá 07 Vestur, og tekur yvir eftir Matt Potter. Philip Frikke-Schmidt er nýggjur ungdómsvenjari. Báðir uppá fulla tíð.
Í vikuni er avtala komin í lag við Jón Simonsen, sum sostatt skal venja 1. deild hjá 07 Vestur. Liðið er nýtt í 1. deild og skal verða seinasta stig hjá ungu leikarunum áðrenn teir skulu upp í Betri Deildina.
07 Vestur hevur gjørt avtalu við SønderjyskE um Mads Winther. Ungi miðverjin flytir frá Superligufelagnum beinanveg og er byrjaður at venja við nýggja felagnum.
Hákun Edmundsson, sum spældi við B36 í fjør, hevur skriva undir avtalu við 07 Vestur. Hann hevur vant við hópinum seinastu vikurnar og hevur eisini spælt venjingardystirnar.
Í 07 Vestur verður framhaldandi arbeitt við at styrkja liðið, og nýggjasi leikarin eitur Mathias Voss, sum flytir til felagið úr Vejle BK, sum spæla í donsku superliguni.
07 Vestur hava gjørt avtalu við Mads Borchers, sum eisini júst er komin til landið. 19-ára gamli áloyparin styrkir hópin, hjá Michael Schønberg, sum nú byrjar at fáa skap.