Ási Dam 07 Vestur-leikari 07 Vestur og HB hava gjørt leiguavtalu, sum inniber, at 20-ára gamli Ási Pálsson Dam skal leika við 07 Vestur tað, ið eftir er av kappingarárinum.
07 Vestur sett nýggjan høvuðsvenjara Síðani Michael Schjønberg boðaði frá, at hann ynksti at verða loystur úr sáttmálanum hevur felagið leita eftir skikkaðum avloysara. Felagið hevur nú sett Lars Arne Nilsen sum høvuðsvenjara fyribils árið út. Um báðir partar eru nøgdir við samstarvið eftir kappingarenda halda partarnir fram við samstarvinum í 2024.
Michael Schjønberg gevst sum venjari hjá 07 Vestur Michael hevur boðað felagnum frá, at saknurin eftir familjuni er vorðin ov stórur og at hann tí ynskir at fara heim til familjuna í Danmark.
Sámal gjørt sáttmála Í vikuni skrivaði Sámal á Steig undir sáttmála við 07 Vestur og 16-ára gamli málverjin hevur sostatt bundi seg til barndómsfelagið komandi árini.
Magnus Holm Jacobsen til 07 Vestur 07 Vestur og Magnus Holm Jacobsen hava undirskrivað sáttmála, og 22-ára gamli miðvallarin verður sostatt at síggja í nýggjum hvítum búna eftir skiftið frá B36.
Símun Joensen skal venja 2. deild og U21 07 Vestur hevur í dag skrivað undir venjarasáttmála við Símun Joensen, sum fær høvuðsábyrgdina av 2. deildarliði okkara og U21. 
Saman flyta vit okkum framá Í eina tíð hava fótbóltsfeløgini 07 Vestur og MB havt sera jaligar samráðingar um gentufótbóltin í Vágum, og vit gleðast um at boða frá, at feløgini nú fara undir samstarv um gentufótbóltin frá kappingarárinum 2023.
Sølvi verður eisini hjá 07 Vestur í ár Blekkið er næstan ikki vorðið turt, nú vit kunnu fortelja um næsta stríðsmannin, sum eisini hevur valt at skriva nýggjan sáttmála við 07 Vestur.

Ari tekur enn eitt tørn

11. Jan 2022

Ari í Haraldstovu Petersen hevur júst undirskrivað nýggjan sáttmála, og 19-ára gamli málverjin verður sostatt við komandi kappingarárið.

les meir

Magnus Powell heldur ikki fram í 07 Vestur

04. Jan 2022

Magnus Powell fer ein av komandi døgunum at skriva undir sáttmála við Østersunds FK í Svøríki og heldur sostatt ikki fram í 07 Vestur.

les meir

Jasper Van Der Heyden til 07 Vestur

31. Des 2021

Jasper Van Der Heyden hevur undirskrivað við 07 Vestur og skal styrkja um hópin hjá Magnus Powell, ið hevur høg mál til komandi kappingina, eftir flotta 6. plássi í ár. Jasper flytir beinanvegin vestur úr KÍ, og fær væntandi ein týðandi leiklut framyvir.

les meir

Høgni undirskrivað nýggjan sáttmála

29. Des 2021

Høgni Egilstoft Nielsen, ið kom aftur í ár eftir drúgvan skaða, hevur gjørt nýggjan sáttmála við 07 Vestur, og verður sostatt eisini ein týðningarmikil leikari fyri Magnus Powell.

les meir

Málverjin er við víðari

21. Des 2021

Ein av lyklaleikarunum hjá 07 Vestur, málverjin Silas Eyðsteinsson, hevur longt við barndómsfelagið. Ungi málverjing hevði eitt framúr kappingarár, tá 07 Vestur spældu seg uppá á 6. plássið í Betri Deildini í ár.

les meir

Janus heldur fram

18. Des 2021

Nú er eisini greitt at Janus Svabo Samuelsen heldur fram í 07 Vestur. 23-ára gamli miðvingurin kom vestur aftur í summar eftir tvey ár í útlegd.

les meir

Eiler eisini longt við 07 Vestur

17. Des 2021

Eiler Fróðason hevur eisini skrivað nýggjan sáttmála við barndómsfelagið, og 18-ára gamli sandavágsmaðurin tekur sostatt kampin upp um pláss á besta liði felagsins.

les meir

Dann skrivað nýggjan sáttmála

15. Des 2021

07 Vestur og Dann Fróðason hava longt sáttmálan, og ungi verjuleikarin heldur sostatt framm í barndómsfelagnum komandi tvey árini.

les meir