Ási Dam 07 Vestur-leikari 07 Vestur og HB hava gjørt leiguavtalu, sum inniber, at 20-ára gamli Ási Pálsson Dam skal leika við 07 Vestur tað, ið eftir er av kappingarárinum.
07 Vestur sett nýggjan høvuðsvenjara Síðani Michael Schjønberg boðaði frá, at hann ynksti at verða loystur úr sáttmálanum hevur felagið leita eftir skikkaðum avloysara. Felagið hevur nú sett Lars Arne Nilsen sum høvuðsvenjara fyribils árið út. Um báðir partar eru nøgdir við samstarvið eftir kappingarenda halda partarnir fram við samstarvinum í 2024.
Michael Schjønberg gevst sum venjari hjá 07 Vestur Michael hevur boðað felagnum frá, at saknurin eftir familjuni er vorðin ov stórur og at hann tí ynskir at fara heim til familjuna í Danmark.
Sámal gjørt sáttmála Í vikuni skrivaði Sámal á Steig undir sáttmála við 07 Vestur og 16-ára gamli málverjin hevur sostatt bundi seg til barndómsfelagið komandi árini.
Magnus Holm Jacobsen til 07 Vestur 07 Vestur og Magnus Holm Jacobsen hava undirskrivað sáttmála, og 22-ára gamli miðvallarin verður sostatt at síggja í nýggjum hvítum búna eftir skiftið frá B36.
Símun Joensen skal venja 2. deild og U21 07 Vestur hevur í dag skrivað undir venjarasáttmála við Símun Joensen, sum fær høvuðsábyrgdina av 2. deildarliði okkara og U21. 
Saman flyta vit okkum framá Í eina tíð hava fótbóltsfeløgini 07 Vestur og MB havt sera jaligar samráðingar um gentufótbóltin í Vágum, og vit gleðast um at boða frá, at feløgini nú fara undir samstarv um gentufótbóltin frá kappingarárinum 2023.
Sølvi verður eisini hjá 07 Vestur í ár Blekkið er næstan ikki vorðið turt, nú vit kunnu fortelja um næsta stríðsmannin, sum eisini hevur valt at skriva nýggjan sáttmála við 07 Vestur.

Ronni flytir vestur á Dungasand

13. Des 2021

07 Vestur og Ronni Møller-Iversen hava undirskrivað sáttmála og Ronni flytir sostatt vestur at spæla. Magnus Powell ger nakrar broytingar á liðinum, og, við Ronni Møller-Iversen, er hol komið á.

les meir

07 Vestur sett enskan høvuðsungdómsvenjara í starv

05. Aug 2021

Felagsliðið fyri vestan hevur altíð vektað ungdómsarbeiðið høgt, og síðan Hegga Samuelsen mátti siga høvuðsumgdómsvenjarastarvið frá sær, hevur verið arbeitt við at fylla skógvarnar út eftir hann.

les meir

Magnus Powell nýggjur venjari hjá 07 Vestur

01. Jun 2021

07 Vestur hava sett nýggjan høvuðsvenjara eftir at Heðin Askham er givin. Nýggi venjarin, svenski Magnus Powell, byrjar arbeiðið saman við fyrstaliðshópinum longu í hesi vikuni.

les meir

Heðin Askham takkar fyri seg

29. Mai 2021

Høvuðsvenjari okkara, Heðin Askham, hevur biðiđ um at verđa loystur úr starvinum sum høvuðsvenjar hjá 07 Vesturi.

les meir

Bilasølan stuðlar 07 Vestur

17. Mar 2021

Í gjár bleiv stuðulsavtala millum Bilasølan og 07 Vestur fyri 2021 undirskriva. Nevndin í 07 Vestur fegnast um,at Bilasølan vil stuðla arbeiðinum hjá 07 Vestur. Tað er alneyðugt hjá lokalítróttinum at hava góðar stuðlar, og tí eru vit takksom fyri stuðulin frá Bilasøluni, sigur Eyðvør Petersen, ið er nevndarlimur í 07 Vestur.

les meir

Adidas klæðini seinkað

13. Mar 2021

Vit úr Sport 24 Tórshavn eru sera hørm um støđuna viðv. klæðunum, sum vóru bíløgd fyri jól, og sum ikki eru komin enn. Tađ er soleiđis, at Adidas framleiðir ikki við somu orku, sum teir vanligt gera (Hetta skyldast korona støðuna).

les meir

Leikskrá 2 er nú klár

13. Mar 2021

Niðanfyri er leinkja til leikskrá 2, umframt pdf-fíla til at taka niður.

les meir

Upptakt: 07 Vestur - B68

12. Mar 2021

Leygardagin bresta uppflytararnir saman á Dungasandi í spennandi uppgerð um trý sera umráðandi stig. Og, um seinasti dysturin okkara millum er eftirfarandi, verður tað uttan floyalshandskar og við stórum undirhaldsvirði.

les meir