
Sølvi verður eisini hjá 07 Vestur í ár
Blekkið er næstan ikki vorðið turt, nú vit kunnu fortelja um næsta stríðsmannin, sum eisini hevur valt at skriva nýggjan sáttmála við 07 Vestur.
Sølvi Egilsson er róliga kempan á 07 vestur liðnum. Uttanfyri vøllin er hann sum eitt lamb, men verður umskapaður til ein úlv, tá ið hann kemur á vøllin. Hann berjist fyri hvørjum tí einasta bólti, og hansara arbeiðsinnsatsur liggur ongantíð eftir.
Tað var eitt sindur ógreitt, um vit fóru at síggja Sølva aftur á vøllinum í ár. Sølvi er í ferð við at leggja seinastu hond á læraraútbúgvingina í sama árgangi sum Teitur Olsen. Saman við familjulívinum og fótbóltinum hava teir sostatt fullar hendur. Tíbetur forðar hetta ikki teimum at vera við okkum aftur í ár.
Sølvi hevur spælt 80 dystir í Betri deildini og 107 dystir í 1. deild, allar við 07 Vestur. Sostatt er hann ein av okkara stóru álitum á liðnum.